140x140

Spariperur og ljósrør

Tað er gott fyri umhvørvið at brúka lágorkuperur í staðin fyri vanligar gløðiperur. Lágorkuperur brúka munandi minni av orku, og eru sostatt við til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

  

Kyksilvur er í spariperum!

Spariperur og ljósrør innihalda nakrar túsundapartar gramm av kyksilvuri. Kyksilvur er sera vandamikið, men so leingi tað er inni í ljóskelduni, er ongin vandi á ferð. Í framtíðini verður helst allastaðni bannað at brúka gløðilampur, tí tær brúka ov nógva orku. Besta boð uppá ljóskeldu at seta í staðin, er spariperur. Onnur boð eru eisini t.d. LED perur. 
 

 

Ljósrørsarmatur við PCB

Størri ljósrørsarmatur frá 1965-80 hava ein kondensator, ið inniheldur umhvørviseitrið PCB, ið nú er bannað. Kondensatorurin er eitt metalílæt, ið vanliga hevur sylindaraskap, ið er minst 5 cm langt. Kondensatorurin er inni í armaturkassanum og sæst vanliga ikki uttanífrá, hann skal ikki mistakast fyri tendrispolan. Íbúðararmatur hava vanliga ikki kondensator, tó kunnu teir vera í kjallara- ella garasju-armaturum. Av røttum áttu hesir kondensatorar at verið útskiftir. Tað er av stórum týdningi, at tú avhendar gamlar kondensatorar sum vandamikið burturkast.
 

 

Góð ráð um lágorkuperur og ljósrør

  • skift vanligu perurnar út til lágorkuperur so hvørt tær bresta

 

Dømi um dálkandi evni í spariperum, ljósrørum og ljósarmaturum:

                                                                           

 

 

Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar elperur. Trýst her og les nærri um umhvørvismerkir. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag.
  • At atlit eru tikin fyri tínari heilsu
  • At góðskan er góð

 

Svana- og Blómumerktar vørur

 

Burturbeining

Vegna kyksilvurið er tað týdningarmikið, at ljósrør og spariperur ikki verða burturbeind saman við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Tvørturímóti eiga hesi at avhendast sum elektronikk burturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

 

Les hvat onnur skriva

 
 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Spariperur og ljósrør